Eitt av endamálunum hjá Nordjobb er at økja um áhugan hjá luttakarunum fyri Norðurlondum og norðurlendska samstarvinum.

Gjøgnum starvið kemur tú at kenna eitt nýtt land, og gjøgnum mentanar- og frítíðartiltøk knýtir tú bond við onnur ung hinum Norðurlondunum. Fyri nógv er Nordjobb eitt av fyrstu stigunum inn í arbeiðið fyri einum tættari norrønum samstarvi.  Tá tú ert liðugur við at arbeiða eitt summar, finnast fleiri mátar, ið geva tær møguleika at halda samband við Norðurlond:

Norrøna Felagið

Foreningen Norden

Norrøna Felagið í Føroyum varð stovnað við tí endamáli at styðja og økja um norðurlendskt samstarv saman við norrønu feløgunum í hinum Norðurlondunum. Til at røkka hesum máli stendur Norrøna Felagið fyri ymsum tiltøkum, sum hava ein norðurlendskan felagsnevnara. Skipað verður til dømis fyri ferðum í Føroyum og uttan fyri Føroyar, fyrilestrum, framsýningum og øðrum.

Norrøn feløg eru í øllum Norðurlondum. Endamálið hjá teimum øllum er at virka fyri størri norðurlendskum samstarvi um vinnulív, mentan, útbúgving, umhvørvi og miðlar.

Hesum endamálum miðar Norrøna Felagið í Føroyum eftir at røkka við at skipa fyri tiltøkum, sum hava norðurlendskan dám, og kunna um viðurskifti viðvíkjandi støðu Føroya í norðurlendskum samstarvi.


×

Hetta innihald er ikki til á føroyskum.

Innihaldið verður víst á donskum, norskum ella svenskum.

Nordjobbambassadörer

Nordjobbambassadörer

Med medel beviljade från Nordisk Kulturkontakt och stödprogrammet Norden 0–30 har Nordjobb tillsammans med Föreningarna Norden Sverige, Norge och Danmark glädjen att presentera projektet Nordjobbambassadörer!

Projektet ämnar sprida kunskap och inspiration om jobb och kulturupplevelser i Norden, unga nordbor emellan. Tidigare Nordjobbare blir ambassadörer som håller kreativa informationsuppdrag i Norden. Uppdragen ämnar inspirera samt minska tröskeln för att jobba, uppleva kultur och språk i Norden.